- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tindhólmur ikki innstillað kravið enn
Trotabúgvið smápartafelagið Tindhólmur hevur ikki enn innstillað kravið hjá íslendska felagnum Samherja.
Kravið er slakar 17 mió. kr.
Hetta eru pengarnir, sum Samherji rindaði Taks, tí Tindhólmur av órøttum skal hava fingið slakar 17 mió. kr. í skattaafturbering fyri hýrur.
Afturberingin, sum sigst vera ólógig, verður kannað. Taks meldaði málið, men løgreglan er ikki liðug við tað enn.
Kannað verður, um Samherji brúkti Tindhólm til at gjalda fiskimonnum hjá Samherja í Namibia hýru, sum vóru teir sjómenn á farmaskipum.
Bara ein millión í trotabúnum
Sama, um kravið hjá Samherja verður góðkent, fær Samherji verri enn so allar milliónirnar aftur, tí so nógvir pengar eru ikki í trotabúnum.
Í trotabúnum er ein millión krónur. Krøvini eru slakar 30 milliónir.
Smápartafelagið Harengus krevur 5,8 milliónir og smápartafelagið Scombrus 6,2 milliónir.
Taks krevur 20.000 kr. í skatti fyri 2020.
Og eitt annað krav frá Taks, sum er triggjar milliónir krónur, var nevnt á fundinum í Skiftirættinum í gjár.
Tað kravið er ikki komið enn.
Ógegningur bústjóri
Krøv eru eisini frá fyrra bústjóranum í trotabúnum, sum gavst, tí hann var ógegningur.
Eitt krav haðani er um pengar til negativa rentu.
Tindhólmur fór fyrst í sjálvbodna likvitasjón.
Men felagið hevði ikki nóg nógvar pengar til allar kreditorarnar, so tað var koyrt á heysin, tí tað var insolvent. Tað var í mars í ár.