- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danska stjórnin hevur eitt uppskot um Føroyar

Bara ein lóg er um Føroyar millum tey lógaruppskot, sum danska stjórnin ætlar at leggja fyri fólkatingið í hesari tingsetuni.
Vinnumálaráðið ætlar at fáa lógina um kapital og krøv um eftirlit við kredittstovnum og íløgufeløgum broytta, so nýggju krøvini hjá ES eisini kunnu vera galdandi í Føroyum.
Hetta eru krøv, sum korona er orsøkin til. Krøvini um kapital verða broytt.
Sambært Vinnumálaráðnum fara broyttu krøvini at styrkja føroyska handilin í ríkisfelagsskapinum og tryggja fíggjargeiranum í Føroyum møguleikan at bjóðar sínar tænastur í øllum londum.
Í apríl næsta ár fer forsætiráðharrin at geva fólkatinginum árligu frágreiðingina um ríkisfelagsskapin, og nú í oktober kemur uttanríkisráðharrin við frágreiðing um Arktis.