Skattafrádráttur fyri húsaleigu eigur at fella burtur um tvey ár

Skattafrádráttur fyri húsaleigu eigur at fella burtur um tvey ár
Skattafrádrátturin upp á 100.000 kr. fyri húsaleigu eigur ikki at vera varandi, men bara í tvey ár aftrat, heldur Føroyar arbeiðsgevarafelag
savnsmynd
 
11.10.2021 - 11:03

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at skattafrádráttin fyri húsaleigu eigur ikki at vera verandi. 

Felagið sigur, at bústaðarútleiga eigur at vera vinnuligt virksemi.

Um skattafrádrátturin, 100.000 kr., fyri at leiga út hjá privatfólki, verður gjørdur varandi, so kann tað darva og seinka menningini, sum skal gera bústaðarútleigu til vinnuveg í Føroyum.

 

Tvey ár afturat

Bráðtørvurin á bústøðum er tó sera stórur í løtuni, og tí heldur Arbeiðsgevarafelagið, at tað hevði verið skilagott at longt skattafrítøkuna í tvey ár.  

Fíggjarmálaráðið ætlar at broyta skattalógina, so fólk framvegis kunnu langtíðarleiga bústaðir skattafrítt fyri 100.000 kr. 

Skattafrádrátturin hækkaði úr 50.000 kr. upp í 100.000 kr. í 2019.

Men tá varð eisini ásett, at frádrátturin skuldi niður aftur í 50.000 kr. í 2022.

Tað skal hann so ikki kortini sambært lógaruppskotinum, sum nú er gjørt.

Endamálið er at útvega fleiri bústaðir til langtíðarleigu til fólk, sum búgva í Føroyum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823