Holland hóttir við laksakríggi

Holland hóttir við laksakríggi
Eitt laksakríggj er undir uppsigling, tí Holland hóttir við at boykotta Noreg, Føroyar og Ísland, tí londini fiska ov nógv av uppsjóvarfiski
 
11.10.2021 - 12:31

Í Hollandi ætla myndugleikarnir at steðga innflutningi av laksi úr Noreg, Føroyum og Íslandi, fyri at raka londini so meint sum gjørligt, afturfyri at londini ikki fiska uppsjóvarfisk burðardygt, skrivar blaðið, De Telegraaf.

Orðaskifti hevur verið í tjóðartinginum í Amsterdam, og har vóru tað serliga høgraliberali stjórnarflokkurin, VVD og Kristiligi Fólkaflokkurin, CDA, sum vórðu samdir um, at Noreg, Føroyar og Ísland seta sær alt ov høgar kvotur av uppsjóvarfiski, serliga av makreli.

Hollendski fiskimálaráðharrin, Carola Schouten, sigur við blaðið, at hon fer at umrøða tiltøk ímóti Noreg, Føroyum og Íslandi saman við øðrum fiskivinnutjóðum í ES.

Carola Schouten heldur tað vera álvarsamt at Noreg, Føroyar og Ísland áseta sær sína egnu kvotur av uppsjóvarfiski.

 

Boykott

Hollendski fiskimálaráðharrin sigur seg ætla at kanna, hvønn týdning slík tiltøk fara at hava fyri hollendsku góðskingarvirkini, sum geva nógv arbeiði.

Hollendsku virkini keypa nógvan laks úr Noreg, sum verður góðskaður í Hollandi, higartil í ár er talan um næstan 63.000 tons av laksi skrivar I-laks.

Hvørki føroyska vinnan ella myndugleikarnir hava hoyrt nakað um hollendsk tiltøk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823