Eginpeningurin var avgerandi fyri Jacob Vestergaard

Eginpeningurin var avgerandi fyri Jacob Vestergaard
Ov lítil eginpeningur gjørdi, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, læt aðrari fyritøku kvotu til skipakeyp, enn fyrisitingin mælti til
 
11.10.2021 - 16:10

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur svarað trimum skrivligum spurningum frá Høgna Hoydal, tingmanni, um millum annað persónlig sambond í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanirútlutanina.

Ov lítil eginpeningur gjørdi, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, læt aðrari fyritøku kvotu til skipakeyp, enn fyrisitingin mælti til.

Í hesum máli er eitt ávíst frávik millum avgerð og tilmæli.

 

Nisjuvørur framum heilfrysting

Í málinum um vinnuligar royndir er størri dentur lagdur á verkætlanir, sum heilt ella lutvíst eru bygdar á uppsjóvarfisk, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi, har botnfiskur er grundarlagið, sigur Jacob Vesteraard.

Harnæst er verkætlan, ið m.a. er bygd á royktar nisjuvørur, raðfest hægri enn verkætlan, sum byggir á heilfrysting av fiski til onnur endamál enn framleiðsla av matvørum. 

Og í hesum føri er eisini frávik millum avgerð og tilmæli, sigur Jacob Vestergaard.

Viðvíkjandi skipakeypi er talan um eina umsókn, har landsstýrismaðurin tók avgerð um at játta aðrari umsókn í staðin.

Tá ræður um vinnuligar royndir og verkætlanir á landi, er talan um tvær umsóknir, har landsstýrismaðurin gjørdi av at játta tveimum øðrum umsóknum enn teimum, sum hann fekk tilmæli um.

Í eini triðju umsókn, ið eisini var tilmæld, er vikið eitt lítið vet frá tilmæltu nøgdini, sigur landsstýrismaðurin í svarinum til Høgna Hoydal.

 

Veit at løgtingsmaður hevur samband við felag

Jacob Vestergaard sigur eisini, at hann veit einki um, at tingfólk í samgongu ella andstøðu hava verið uppi í umsóknunum, hvørki so ella so.

Og hann hevur heldur ikki heft seg við, hvar feløgini hava verið skrásett, og um skrásetingin er broytt.

Jacob Vestergaard sigur, at hann veit einki um, at tingfólk í samgonguni, sum eisini er advokatur í sínum privata yrki, hevur verið advokatur hjá umsøkjarum.

Tó sigur landsstýrismaðurin seg vera kunnugan um, at einstakur løgtingsmaður hevur okkurt tilknýti til eitt felag, sum hevur søkt og fingið kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir. 

Eisini sigur landsstýrismaðurin seg vita, at ein leiðandi persónur á ávísum fiskavirki, sum hevur fingið játtað kvotu, er bróður ein løgtingsmann.

- Samband millum umsøkjarar og løgtingsmenn hava tó á ongan hátt havt ávirkan á mína viðgerð og niðurstøðu í hesum máli, sigur Jacob Vestergaard í svarinum til Høgna Hoydal.

Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur tikið avgerð sum fyrisitingarligur myndugleiki og ikki persónliga.  

 

Leinkjur til spurningarnar og svarini:

52-042/2021 : Persónlig sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir

52-043/2021    Virðisøking, nýskapan og menning og aðrar treytir í avgerðum um vinnuligar royndir og verkætlanir

52-044/2021    Avgerðir um vinnuligar royndir og verkætlanir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823