- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla frá lóg um minstamark í dagstovnum
Mæla frá lóg um minstamark í dagstovnum
Samgongufólkini í Mentanarnevndini mæla løgtinginum frá at samtykkja lógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum um minstamark á starvsfólkatímum í dagstovnum

Samgongan tekur ikki undir við uppskoti Javnaðarfloksins um minstamark í dagstovnum.
09.10.2021 - 15:23
Landsstýrið arbeiðir við málinum.
Tað er ein vanlig grundgeving hjá nevndarlimum hjá samgonguni, tá teir ikki vilja taka undir við einum uppskoti hjá andstøðuni.
Samgongufólkini í Mentanarnevndini mæla løgtinginum frá at samtykkja lógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum um minstamark á starvsfólkatímum í dagstovnum.
Tey siga, at í 2019 var sama uppskotið í tinginum.
Verður endurskoðað
Tá varð sagt, at landsstýrið endurskoðar dagstovnaøkið.
Rættast er at bíða, til hendan endurskoðanin er liðug, heldur samgongan.
Dagstovnaøkið er hjá kommununum.
Tí eiga tær at vera við, tá avgerðir vera tiknar um dagstovnarnar, halda samgongufólkini í Mentanarnevndini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV