- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leingi at bíða eftir politiskum álitum um berghol og veg
Leingi at bíða eftir politiskum álitum um berghol og veg
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um og fingið longda freist at koma við álitum um bergholið til Fámijns og uttara ringvegin í Havn

Innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum byrjar her.
09.10.2021 - 11:57
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um og fingið longda freist at koma við álitum um bergholið til Fámijns og uttara ringvegin í Havn.
Fyrsta viðgerð var 9.september, men Fíggjarnevndin skal brúka meira enn ein mánað at viðgera málini, sigur hon.
Hon hevur nú fingið freist til 22.oktober.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um 110 milliónir krónur til uttara ringvegin í Havn, innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum, og 169 milliónir til berghol millum Ørðavík og Fámjin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV