- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið eigur ikki at byggja stórhøll
Landið eigur ikki at byggja stórhøll
Samgongan heldur ikki, at landið skal standa fyri at byggja stórhøll til ítrótt

Stórhøllin, sum millum annað Tórshavnar kommuna ætlar at byggja.
09.10.2021 - 11:18
Samgongan heldur ikki, at landið skal standa fyri at byggja stórhøll til ítrótt.
Umboðini hjá samgonguflokkunum í Mentanarnevndini hjá løgtinginum taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um, at løgtingið biður landsstýrið fyrireika arbeiðið at fíggja og byggja stórhøll.
Slík bygging rindar ikki meirvirðisgjald.
Tað er ikki rætt, at landið skal beinleiðis stuðla einari verkætlan fram um aðrar, siga samgongufólkini.
Landið eigur at tosa við ÍSF og onnur um eina framtíðarskipan um, hvussu landið stuðlar ítróttini, heldur samgongan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV