- Tíðindi, mentan og ítróttur
Funningsfjarðarvegurin kostar 20 milliónir krónur
Verkætlanin um Funningsfjarðarvegin kostar 20 mió. kr.
Verkætlanin er at gera tvær breytir umframt ein metur breiða øksl á hvørjari síðu.
Vegurin skal rættast av og asfalterast. Og gongubreyt verður við ein part av vegnum.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann.
Hann spurdi, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at brúka tær 4,75 mió. krónurnar, sum eru játtaðar til Funningsfjarðarvegin í ár.
Breiðka vegin
Jørgen Niclasen svarar, at pengarnir verða brúktir til at breiðka vegin.
Í 2019 vóru játtaðar 2,7 milliónir, fyrsta játtanin til vegin í 20 ár.
Teir pengarnir vóru eisini brúktir til at breiðka vegin.
Í langtíðarløguætlanini verður peningur játtaður til Funningsfjarðarvegin í 2026 og 2027 til at gera verkætlanina lidna
Vegurin er 2,2 kilometrar.