- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri skúlabørn hóast fólkatalið veksur
Seinastu fimm árini hevur stórur fólkavøkstur verið í Føroyum. Men tað sæst ikki so væl aftur í næmingatalinum í fólkaskúlanum.
Tað skrivar Hagstovan.
Frá 1. juli 2015 til 1. juli 2021 vaks fólkatalið í Føroyum við 4.500 fólkum. Men næmingatalið í fólkaskúlanum hetta tíðarskeiðið vaks við bert 101 barni. Allur hesin vøksturin kom frá øktum næmingatali í serflokkum og forskúlaflokkum. Í barnaskúlanum og framhaldsdeildini minkaði næmingatalið frá 2015 til 2021.
Skúladreingir og skúlagentur
Tað er eisini ymiskt, hvar í landinum fleiri skúlabørn eru komin, og hvar talið av skúlabørnum er minkað hesi seinastu seks árini.
Størsti vøksturin er í Eysturoynni, har tað vóru 107 fleiri skúlabørn í 2021 enn tað vóru í 2015. Í Suðuroy er vøksturin 96 skúlabørn, og í Tórshavnar kommunu er vøksturin 40 børn. Hinvegin minkar talið av skúlabørnum í Norðoyggjum við 73 hesi seks árini frá 2015 til 2021, og í Sundalagnum, Vesturøkinum og Sandoyarøkinum er minkingin tilsamans 69 børn.
Kynsbýtið í fólkaskúlanum vísir, at fram til 7. flokk er ein lítil yvirvág av dreingjanæmingum. Tað skiftir í 8. og 9. flokki, har genturnar eru í meiriluta, men tá tað kemur til 10. flokk og serflokkar, er stór yvirvág av dreingjum, skrivar Hagstovan.