- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg fær minnilutastjórn

Nú er greitt, at Arbeiðaraflokkkurin og Senterflokkurin skipa nýggja stjórn í Noregi, og talan verður um eini minnilutastjórn.
Tað boðaðu formenninir í teimum báðum flokkunum frá fyri løtu síðani.
Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, og Trygve Slagsvold Vedum, formaður í Senterflokkinum, siga, at nýggja stjórnin verður skipað hósdagin í næstu viku.
Trygve Slagsvold Vedum sigur, at úrslitið av samráðingunum verður lagt fram mikudagin.
Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin hava seinastu dagarnar samráðst um nýggja stjórn. Sosialistiski Vinstraflokkurin var eisini við í samráðingunum, men tað varð skjótt greitt, at SV ikki fór at verða partur av samgonguni.
Av tí at talan verður um eina minnilutastjórn, verður neyðugt at fáa stuðul frá øðrum flokkum í stórtinginum.