- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næraberg seldur - kend Samherja-nøvn í nevndini
Í gjár fór Næraberg endaliga úr føroysku skipaskránni.
Hann er seldur av landinum fyri 110,7 milliónir krónur.
P/f Næraberg í Klaksvík átti Næraberg.
Sambært heimasíðuni "teyggjan.fo", er tað felagið Arctic Navigations, staðsett í Warshawa í Póllandi, sum stendur sum nýggi eigarin av Nærabergi.
Kend nøvn
Í nevndini í pólska felagnum eru fleiri kend nøvn. Eitt nú Baldvin Torsteinsson, sonur forstjóran í Samherja, Torstein Már Baldvinsson, sum løgreglan í Íslandi kannar í sambandi við stóru mutursgøluna í Namibia.
Baldvin Torsteinsson hevur sjálvur havt leiðandi starv í Samherja, og er í dag í ovastu leiðsluni í Eimskip, sum eisini er partur av Samherja-samtakinum.
Umframt Baldvin Torsteinsson eru Kristján Vilhelmsson og Johannes Thorvardarson í nevndini í Arctic Navigations.
Kristján Vilhelmsson er ein av størstu eigarunum í Samherja, og varð nevndur í stóra lekanum av Panama-skjølunum fyri fimm árum síðani fyri at hava fleiri milliónir íslendskar krónur í skattaskjóli.
Torstein Már Baldvinsson var forstjóri í UK Fisheries, til hann mátti leggja frá sær í samband við Namibia-málið.
Parlevliet
Samherji eigur UK Fisheries saman við hollendinginum, Diederik Parlevliet, sum eisini eigur ein triðing í felagnum Nærabergi, og sum eisini er nevndarformaður har.
Diederik Parlevliet og Baldvin Torsteinsson eru somuleiðis felags um felagið North Atlantic Fishing Assosiation Limited.
Næraberg hevur ligið í Hollandi síðani 27.september.