- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri ferðafólk um flogvøllin í ár enn í fjør
Fleiri ferðafólk um flogvøllin í ár enn í fjør
Í september vóru 77,8 prosent fleiri ferðafólk enn í fjør
06.10.2021 - 08:46
Nú kann Vága floghavn aftur seta pluss í staðin fyri minus framman fyri prosentini um ferðafólk í ár sammett við 2020.
Til og við august vóru 6,3 prosent fleiri ferðafólk enn í august í fjør, og til og við september vóru tey 14,2 prosent fleiri.
Tá vóru ferðafólkini vorðin 166.806.
Hetta er tó lítið sammett við 2019. Tá vóru ferðafólkini vorðin 339.656 tann 30.september.
Í september í ár vóru 77,8 prosent fleiri ferðafólk enn í september í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV