- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappingin um kristiligu lurtararnar harðnar
Lindin fær nú kapping um kristiligu lurtararnar í Føroyum.
Sjey eitur nýtt kristiligt krigvarp, sum byrjar at senda hósdagin 7. oktober klokkan 13.
Fyrsta sendingin verður send frá almennari móttøku í City Church í Havn.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá nýggja kristiliga kringvarpinum, sjey.fo.
Lindin skift FM-sendinet
Í august frættist, at Lindin noyddist at leggja FM-sendinetið um og at útvega sær nýggjan veitara av einum FM-sendineti.
Einki varð tá sagt um, hví Lindin brádliga noyddist at finna ella byggja eitt nýtt FM-sendinet.
Í tíðindaskrivinum varð hinvegin sagt, at ætlanin var at seta fyribilssendarar upp í Klaksvík og Havn. Annars varð víst til Televarpið og heimasíðuna og Facebook-vangan hjá Lindini.
Um hendan støðan fyri FM-sendinetinum hevur nakað við ta sannroynd, at nýtt kristiligt kringvarp byrjar at senda hósdagin, sigur søgan einki um.