- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Kjak um samstarvsráðið
Tvey evni vera í Breddanum fyrrapartin.
Annað er fjaldur peningur í skattaskjóli og peningahvítting, og hitt er nýggja samstarvsráðið í ríkisfelagsskapinum.
Sunnukvøldið gjørdust Pandora-skjølini almenn - ein risastórur dátuleki við nærum 12 mió. skjølum. Tey avdúka nógv ivasom viðurskifti hjá nøkrum av heimsins ríkastu fólkum í tiltiknum skattaskjólum.
Samstarvsráð
Løgmaður skrivaði í gjár undir avtalu um eitt samstarvsráð við hini londini í ríkisfelagskapinum.
- Nýggja samstarvsráðið millum Danmark, Føroyar og Grønland fer at hava ein týðandi lut at tryggja okkum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskiftini næstu árini, sigur Bárður á Steig á Nielsen.
Men hvat broytist, og verður nakar munur á hesari avtaluni og eitt nú Fámjinskjalinum, sum eisini skuldi tryggja Føroyum ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitikk?
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, kjakast í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.