Samráðast um minnilutastjórn í Noregi

Samráðast um minnilutastjórn í Noregi
SV hevur tikið seg úr samráðingunum, og Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin samráðast nú um samgongu
Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, og Trygve Slagsvold Vedum, formaður í Senterflokkinum, fara nú at samráðast um minnilutastjórn.
Mynd: NRK/NTB  
 
30.09.2021 - 09:08

Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin í Noregi hava gjørt av at fara undir samráðingar um at skipa eina minnilutastjórn.

Tað boðaðu formenninir í flokkunum, Jonas Gahr Støre og Trygve Slagsvold Vedum, frá í gjárkvøldið.

Tað hendir eftir at Sosialistiski Vinstriflokkurin tók seg burturúr samráðingunum í gjár.

SV vil ikki

- Vit royndu at fáa eina samgongu saman við Sosialistiska Vinstraflokkinum, fyri at fáa eitt tryggari grundarlag, men tað vil SV ikki, og tí eru samgongusamráðingarnar við SV lidnar, sigur Jonas Gahr Støre.

Samráðingarnar millum Arbeiðaraflokkin og Senterflokkin um at skipa stjórn byrjaðu í gjárkvøldið, og halda fram í dag, skrivar NRK.

Senterflokkurin hevur frá byrjan víst á, at flokkurin er ikki sinnaður at fara í samgongu við Sosialistiska Vinstraflokkin, og hevur mælt til, at bara Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin vera í nýggju stjórnini.

Audunn Lysbakken, formaður í Sosialistiska Vinstraflokkinum, sum hevur tikið seg burtur úr samráðingunum. (Mynd: NTB)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825