- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu væntandi fiska meira av lodnu
Kunnu væntandi fiska meira av lodnu
Íslendingar kunngera nýggj úrslit og tilmæli fríggjadagin

Fyribils tøl um lodnuna benda á, at meira kann fiskast í næstu vertíð.
29.09.2021 - 10:27
Fyribils tøl um lodnuna benda á, at meira kann fiskast í næstu vertíð.
Fríggjadagin fer íslendska havstovan at kunngera, hvussu nógva lodnu, ráðiligt er at fiska.
Íslendsku fiskirannsóknarskipini hava kannað lodnuna. Tann kanningin endaði í síðstu viku.
Úrslitið og tilmælið vera kunngjørd fríggjadagin.
Alt bendir á, at meira kann fiskast.
Tilmælið higartil hevur verið upp í 400.000 tons í vertiðini 2021-2022.
Í morgin kemur ICES við tilmælum um makrel, norðhavssild og svartkjaft.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV