Vilja styrka loftvegis sambandið millum Føroyar og Ísland

Vilja styrka loftvegis sambandið millum Føroyar og Ísland
Íslendska uttanríkisráðið metir tað hevði havt jaliga ávirkan á samskiftið millum londini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2021 - 09:14

Fleiri flogferðir millum Føroya og Íslands høvdu havt jaliga ávirkan á samskiftið millum londini bæði á øllum økjum.

Hetta er eitt uppskot í frágreiðingini, sum íslendska uttanríkisráðið hevur gjørt um samstarvið við Føroyar.

Mælt verður til at kanna, um áhugi er fyri fleiri flogferðum millum londini.

Millum annað skal kannast, um brúk er fyri flúgving til Egilsstaða ella Akureyrar.

Eisini verður mælt til at kanna, um ferðafólkasigling skal vera til havnir í útsynningspartinum av Íslandi, har millum annað Reykjavík og Torlákshøfn eru.

Samstarv um ferðavinnuna
Frágreiðingin viðger eisini ferðavinnuna.

Har verður mælt til, at sendistovurnar kanna, um fleiri ferðafólk kunna koma úr Íslandi til Føroyum og úr Føroyum til Íslands.

Mælt verður eisini til, at íslendski ferðamyndugleikin, Íslandsstova, fer í samstarv við Visit Faroe Islands um marknaðir uttanlands millum annað í samstarvi við sendistovurnar í teimum fýra londunum, har sum bæði londini hava sendistovur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463