Springaradrápið meldað til løgregluna

Springaradrápið meldað til løgregluna
Tann, sum hevur meldað, var ikki hjástaddur í Skálafirði
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2021 - 15:53

Løgreglan hevur fingið eina fráboðan um springaradrápið í gjárkvøldið.

Tann, sum meldaði, var ikki hjástaddur, men vildi kortini melda drápið til løgregluna, tá ið 1428 springarar løgdu beinini í Skálafirði.  

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, fekk viðkomandi, sum meldaði, at vita, at hann mátti útgreina fráboðanina til løgregluna.

At síggja til, visti viðkomandi ikki, hvør lóg var brotin, tá ið meldað varð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008