Flestu ísfiskalínuskipini liggja

Flestu ísfiskalínuskipini liggja
Útróðrarbátarnir fáa lítið. Teir fiska mest hýsu
Partrolararnir hava hampuligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.
Mynd: Savnsmynd  
 
13.09.2021 - 09:04

Ísfiskalínuskipini liggja tey flestu, bara tvey fiska.

Men flestu frystilínuskipini eru úti.

Útróðrarbátarnir fáa lítið. Teir fiska mest hýsu.

Annar djúpvatnstrolarin fiskar kongafisk, og hin liggur.

Partrolararnir hava hampligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.

Sjey trolbátar eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og nakað av flatfiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið hjá teimum er smáligt.

Og tvey garnaskip fiska havtasku. Hjá teimum er fiskaríið brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463