Biðja um loyvi at selja Magn

Biðja um loyvi at selja Magn
Partaeigarafundur verður í næstum og tá verður støða tikin
 
10.09.2021 - 09:45

Partaeigararnir í íslendska oljufelagnum Skeljungi verða nú bidnir um loyvi til at selja føroyska dótturfelagið Magn.

Dagurin er ikki ásettur enn, men partaeigarafundur verður í næstum. 

Felagið hevur samráðingar við føroyska smápartafelagið Orkufelagið um Magn.

Samráðingarnar skulu vera lidnar í november.

Tá boðað var frá ætlaðu søluni fyri einari viku síðani, hækkaði partabrævið í Skeljungi átta prosent.

Skeljungur ætlar nú at stovna tvey sjálvstøðug dótturfeløg til rakstur felagsins. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463