- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurkorea vil ikki hava koppingarevni

Norðurkorea hevur havnað einum tilboði frá ST um tríggjar milliónir skamtar av koppingarevni fyri koronu, skrivar BBC í dag.
Talan er um koppingarevni av kinesiska merkinum Sinovac, sum ST lutar út til menningarlond gjøgnum Covax-ætlanina.
Eitt talsfólk fyri ST sigur, at Norðurkorea bað um, at skamtarnir frá Sinovac heldur vórðu sendir til eitt land, ið veruliga hevur tørv á koppingarevninum. Almennu tølini hjá Norðurkorea vísa, at ongin koronutilburður er í landinum.
Russar bjóða Sputnik
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði við altjóða miðlar í juli, at russar fleiri ferðir hava boðið Norðurkorea koppingarevnið Sputnik, sum russar sjálvir framleiða.
Norðurkoreansku myndugleikarnir hava sagt fyrr, at tað er ivasamt, um tað ger nakran munn at koppseta fyri koronu.
Almennu miðlarnir í Norðurkorea siga javnan frá kjakinum um koppseting, sum tekur seg upp í Evropa og í USA.