- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flóttafólk úr Afganistan: ES vil hava felags leist

ES ætlar at sleppa undan stórum tali av afganum, sum biðja um friðskjól í Evropa, eftir at Taliban hevur tikið valdið í Afganistan.
- Út frá tí, sum vit hava lært, vilja ES og limalondini hava felags leist, so at stórar fjøldir av flóttafólki ikki koma, uttan tamarhald er á støðuni, soleiðis sum tað hevur verið áður. Og tí orða vit nú eitt samskipað og vælskipað svar, stendur í fráboðan frá innanríkisráðharrunum í ES.
Tað skrivar Reuters.
Ráðharrarnir eru á snarfundi í Brússel í dag, har tosað verður um avleiðingarnar av kreppuni í Afganistan, og fráboðanin verður almannakunngjørd seinni í dag, skrivar Reuters.
Í síðstu viku kunngjørdi ES, at samveldið fer at veita Afganistan og grannalondunum størri fíggjarligan stuðul.