- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbuhóttanir móti flogvøllinum í Kabul

- Orsakað av eini ítøkiligari og veruligari hóttan móti amerikonskum borgarum nærindis flogvøllinum í Kabul, innanríkisráðnum og ávísum gøtum nærindis flogvøllinum, verður heitt á øll um at fara úr økinum við flogvøllin beinanvegin, sigur amerikanska uttanríkisráðið.
Fyri triðju ferð seinastu dagarnar verður eisini heitt á fólk um ikki at fara til flogvøllin og at halda seg burtur frá fráfaringarútgongdum.
Sama ávaring varð send amerikonsku sendistovuni í Kabul fáar tímar undan yvirgangsatsóknini hósdagin, sum kravdi 200 mannalív.
Atsóknin var bert fáar tímar eftir, at Joe Biden hevði sagt, at stór sannlíkindi vóru fyri eini yvirgangsatsókn á flogvøllinum.
USA hevur higartil flutt meira enn 110 túsund fólk úr Afghanistan, síðani Taliban tók valdið.