Ávarað verður um fleiri atsóknir í Kabul

Ávarað verður um fleiri atsóknir í Kabul
Upplýst verður, at minst 72 afganar og 13 amerikanskir hermenn lótu lív í atsóknunum í gjár. Fleiri lond gevast nú at flyta fólk burtur úr Afganistan
Bretland og Spania hava boðað frá, at tey gevast nú at flyta fólk burtur úr Kabul.
 
27.08.2021 - 08:56

Lívið í floghavnini í afganska høvuðsstaðnum, Kabul, er farið at ganga sína vanligu gongd aftur eftir bumbuatsóknirnar í gjár.

Í morgun eru fleiri flogfør við fólki farin úr floghavnini, upplýsa fólk fyri AP-tíðindastovuni.

Samstundis ávarar USA um, at fleiri atsóknir kunnu vera til týsdagin, tá freistin at flyta fólk úr Kabul er úti. Tá fara eisini seinastu amerikansku hermenninir úr Kabul.

Upplýst verður nú, at minst 72 afghanar og 13 amerikanskir hermenn lótu lív í atsóknunum í gjár, skrivar NTB.

Bretland undir seinasta átakið

Bretland er farið undir seinasta átakið at flyta fólk úr Kabul, upplýsir bretska verjumálaráðið.

Nú verða bert bretar og onnur, sum eru á flogvøllinum, flutt úr Afganistan. Eingi onnur fáa boð um at koma til flogvøllin, stendur í boðunum.

- Tað er hugstoytt, at ikki øll fáa møguleikan at sleppa úr Afganistan í hesum átakinum, sigur bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace.

Hann leggur aftrat, at atsóknirnar í gjár broyta ikki bretsku ætlanina. 

Bretska loftbrúgvin úr Kabul er tann størsta, síðani loftbrúgv varð skipað úr Berlin í 1949, og higartil hava bretsk flogfør flutt 13.700 bretskar ríkisborgarar og afghanar úr Kabul.

Spania gevst eisini

Spania hevur eisini boðað frá, at landið gevst við at flyta fólk úr Kabul. Tey bæði seinastu flogførini koma til Spania seinnapartin.

Við flogførunum eru 81 spaniólar, m.a. fólk frá sendistovuni og hermenn, eisini fýra portugisiskir hermenn og 85 afganar, sum hava arbeitt fyri Spania, Portugal og NATO, upplýsir spanska verjumálaráðið.

Danska TV2 upplýsir, at seinasta danska flogfarið úr Kabul lendi í Keypmannahavn fyri løtu síðani.

Svøríki ávarar eisini

Samstundis ávarar svenski uttanríkisráðharrin um yvirgangshóttan í og við floghavnina í Kabul, og hon heitir á svenskar ríkisborgarar um ikki at fara til floghavnina. Tey, sum eru har, eiga at fara úr floghavnini, eru boðini frá Anne Linde.

Um middagsleitið fer hon at boða frá svensku ætlanunum í Afganistan.

Norska uttanríkisráðið upplýsir, at eitt flogfar við 115 fólkum úr Afganistan lendi tíðliga í morgun. Nú hevur Noreg flutt 1100 fólk úr Kabul við 13 flogførum, upplýsir uttanríkisráðharrin, Ine Eriksen Søreide.

Millum teirra. sum eru komin til Noregs, er ein ráðharri við familju, sum hevði sæti í afgansku stjórnini, áðrenn Taliban tók valdið í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151