Trummuspælarin í Rolling Stones deyður

Trummuspælarin í Rolling Stones deyður
Charlie Watts, trummuspælari í heimskenda enska rokkbólkinum Rolling Stones, er deyður, 80 ára gamal
Charlie Watts, trummuspælari í Rolling Stones, er deyður, 80 ára gamal
 
24.08.2021 - 18:05

Teir eru ikki ódeyðiligir, hóast alt, limirnir í heimskenda bretska rokkbólkinum Rolling Stones. 

Tað hevur annars verið tvíhildið um hetta, tí teir hava hildið fram við at geva tónleik út og spæla konsertir, hóast teir allir eru komnir væl til árs. 

Men nú frættist so, at trummuspælarin í Rolling Stones, Charlie Watts, er deyður, 80 ára gamal. 

Hetta boða fleiri altjóða miðlar frá, eitt nú CNN, The Guardian, DR og TV2. 

Tað var fjølmiðlaumboðið hjá Charlie Watts, Bernard Doherty, ið bar deyðsboðini.

"Tað er við stórari sorg, at vit mugu boða frá, at okkara høgt elskaði Charlie Watts er deyður. Hann andaðist friðarliga, umgyrdur av sínum nærmastu, á einum sjúkrahúsi í London," ljóðaðu boðini frá Bernard Doherty til PA tíðindastovuna. 

Nú hava The Rolling Stones eisini váttað tíðindini á Twitter. 

 

 

Fleiri kendir tónleikarar hava langt samkenslukvøðu út á sosialu miðlarnar. 

Elton John. 

 

 

Paul Stanley úr Kiss:
 

Bryan Adams:
 

Charlie Watts á trummunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109