- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg og Svøríki byggja felags løgreglustøð

Noreg og Svøríki fara byggja felags løgreglustøð á markinum millum londini bæði.
Tað sigur norski løgmálaráðharrin, Monica Mæland.
Nýggja støðin verður á markinum millum Eidskog í Innlandet og Eda í Värmland.
- Tað snýr seg um at fyribyrgja og berja niður álvarslig brotsverk, og brotsverk hava eingi landamørk, sigur Monica Mæland.
Hava bíðað leingi
Í juli mánaði mælti stýrið fyri løgregluna í eini frágreiðing til eina støð á markinum, og tað er nú samtykt.
Løgreglan hevur leingi bíðað eftir slíkari løgreglustøð.
Í Innlandet, sum er nýggja fylkið fyri Hedmark og Oppland í Noregi, eru 36 marknalið, og tað er meira enn helvtin av øllum marknaliðum í Noregi.
- Vit fáa nú eitt størri yvirlit yvir brotsverk, sum fara um markið, sigur Arne Hammersmark, varapolitimeistari í Innlandet.
Betri upplýsingar
Hann sigur, at samstarv undir somu lon gevur betri upplýsingar, betri kanningararbeiði og betri fyribyrgjandi arbeiði.
- Vit halda, at felags løgreglustøð er framtíðar mátin fyri samstarv hjá løgregluni í tveimum londum, sum líkjast so nógv. Aðrastaðni í Evropa er eisini slíkt samstarv, sum hevur givið góð úrslit, sigur Hammersmark við norska kringvarpið.