- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarar í New York skulu koppsetast

Krøv verða nú sett lærarum og starvsfólki annars á øllum almennum skúlum í New York, at tey skulu lata seg koppseta. Tað sigur Bill de Blasio, borgarstjóri í New York.
Talan er tilsamans um 148.000 starvsfólk.
Sambært Reuters hevur hann sagt, at øll starvsfólk í skúlunum skulu lata seg koppseta í skúlaárinum. Tvær vikur eftir skúlabyrjan, 27. september, skulu øll hava fingið fyrra prikið.
Negativ koronukanning
Higartil hava lærarar og onnur starvsfólk á skúlum kunnað farið til arbeiðis, um tey hava eina negativa koronukanning. Nú verður tað ikki ein møguleiki longur.
Aðrir býir í USA hava eisini sett krøv fram um, at fólk skulu lata seg koppseta fyri at sleppa til arbeiðis, millum annað Los Angeles, Chicago og Washington.
Pfizer/Biontech fekk í gjár allar góðkenningar, eftir higartil at hava verið góðkent fyribils. Nú ætlar verjan eisini at seta krav um, at fólk skulu lata seg koppseta.