- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast enn um Hoydalar
Samráðast enn um Hoydalar
Fæst semja um um makaskiftið, verður málið lagt fyri tingið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

Samráðst verður enn um makaskiftið millum Tórshavnar kommunu og landsstýrið
19.08.2021 - 10:36
Samráðingar eru enn millum Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu um makaskiftið í Hoydølum og á Frælsinum í Havn.
Samráðingarnar eru um, at Tórshavnar kommuna fær økið í Hoydølum kring gráa skúlabygningin og landið fær tað, sum kommunan eigur á Frælsinum, har sum Venjingarskúlin er.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um landsins ogn í Hoydølum.
Landið skal brúka økið á Frælsinum til kampus til Fróðskaparsetrið.
Samráðingarnar um makaskiftið eru ikki lidnar enn.
Um, og tá, endalig semja fæst við Tórshavnar kommunu um makaskiftið, verður málið lagt fyri løgtingið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV