- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin í Afganistan flýddur til Sameindu arabisku emiratini

Forsetin í Afganistan, Ashraf Ghani, er flýddur til Sameindu arabisku emiratini. Tað boða embætisfólk á staðnum frá.
Uttanríkisráðið í Sameindu arabisku emiratunum sigur, at landið hevur tikið væl ímóti Ghani og familju hansara, av humaniterum orsøkum.
Tað hevur annars verið at hoyrt, at Ghani skuldi vera flýddur til Tadsjikistan. Tað hevur eisini verið frætt, at hann skal hava tikið eina stóra peninganøgd við sær, men hetta er heldur ikki váttað.
Boðaði frá á Facebook
Tað var sunnudagin, at afganski forsetin skrivaði til afganska fólkið á Facebook, at hann hevði tikið torføru avgerðina at rýma úr landinum, fyri at sleppa undan blóðbaði í Høvuðsstaðnum, Kabul.
Hesa avgerðina hevur Ghani fingið nógva ábreiðslu fyri frá øðrum politikarum í Afganistan.
- Gud fer at seta hann til svars fyri hesum, og tað sama fer tjóðin at gera, segði Abdullah Abdullah, formaður í afganska Hægstaráðnum fyri tjóðarsemju.
Forsetin í USA, Joe Biden, hevur eisini fordømt afgansku stjórnina fyri at rýma.
Men tá amerikanarar tosa um Ghani, verður hann enn nevndur sum forseti í Afganistan, tí valdið er ikki alment latið víðari.