
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taliban: Kvinnur verða ikki kúgaðar

Taliban lovar, at kvinnur verða ikki kúgaðar undir nýggja stýrinum í Afganistan. Men hesum lyfti hava afganskar kvinnur lítið álit á.
Ein teirra er Marzia Babakarkhail, fyrrverandi familjurættardómari í Afganistan, sum herfyri flýddi úr Afganistan undan Taliban.
Ringastu upplivingar í lívinum
- Sum fyrrverandi dómari í Afganistan og sum forsprákari fyri kvinnurættindum, eru mínar upplivingar av Taliban tær ringastu, eg havi havt í lívinum. Tvær ferðir royndu teir at drepa meg í Afganistan og í Pakistan. Og tí fór eg úr heimlandi mínum, frá familjuni, frá yrkisleið og arbeiði mínum, frá øllum tí, sum eg hevði í lívinum, sigur hon.
Tvær ferðir royndu teir at drepa meg í Afganistan og Pakistan. Tí fór eg frá øllum, sum eg hevði í lívinum.
Marzia Babakarkhail, fyrrverandi familjurættardómari í Afganistan
Marzia Babakarkhail sigur, at upplivingarnar av Taliban eru tær ringastu, hon hevur havt í lívinum.
- Teir siga við orðum, at teir eru ógvuliga fittir, tí talan er um eina nýggja byrjan. Men um teir eru so ógvuliga góðir, um teir eru ógvuliga fitt fólk, hví flýggja fólk so úr Afganistan? Vit hava upplivað Taliban. Vit kenna Taliban. Eg haldi, at prógvini síggjast í gerðunum, tað er ikki veruleiki. Vit fáa at síggja, hvat teir fara at gera. Eg kann ikki trúgva teimum. Fólk í Afganistan fara aldri at trúgva teimum, segði Marzia Babakarkhail við bretsku sjónvarpsrásina, Sky News, í morgun.
Kvinnur fáa frið
Taliban hevði sín fyrsta tíðindafund í gjár, síðani teir tóku valdið í Afganistan sunnudagin.
- Eg lovi tykkum, at vit fara ikki at loyva nøkrum at gera tykkum nakað. Tit eru tryggar, vóru boðini frá Zabiullah Mujahid til kvinnurnar.
Men kvinnurnar hava einki álit á Taliban.
Gerðirnar vísa annað
Hosna Jalil, sum er fyrrverandi kvinnuligur ráðharri í Afganistan, segði soleiðis við tíðindastovuna AP í morgun:
- Teir koma við uggandi boðum um, at kvinnur fara at hava grundleggjandi rættindi. Men veruligu gerðir teirra vísa nakað annað. Tí eru kvinnurnar bangnar fyri at verða fangar í egnum húsum, júst sum tað hendi undir talibanstýrinum fram til 2001.
ST-aðalskrivarin, Atonio Guterres, hevur sagt, at hann er stúrin um rættindini hjá kvinnunum í Afganistan.