Nýtt kurvabóltsfelag stovnað í Vágum

Nýtt kurvabóltsfelag stovnað í Vágum
Nykur kallast nýggja kurvabóltsfelagið, sum er sett á stovn í Vágum, og sum fer at hava lið í bestu mansdeildini hetta kappingarárið
Nýggja felagið í Vágum hevur fingið navnið, Nykur
 
17.08.2021 - 11:23

Nýtt kurvabóltsfelag, kallað Nykur, er sett á stovn í Vágum.

Nýstovnaða felagið fer at hava lið í bestu mansdeildini hetta kappingarárið. 

 - Síðstu árini hava fleiri leikarar ferðast úr Vágum til Havnar og Toftir fyri at venja kurvabólt, sigur Jacob M. Hansen, formaður. 

 - Tað er bara heilt natúrligt, at vit stovna okkara egna felag, tá vit eru nokk til manna okkara egna lið. Vit gleða okkum til at koma veruliga í gongd og vænta, at tað fara at leggjast fleiri leikarar til, bæði gentur og dreingir, so skjótt sum vit fáa venjingartíðir upp á pláss, sigur Jakob M.Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946