Biden: Rætt at taka herdeildirnar úr Afganistan

Biden: Rætt at taka herdeildirnar úr Afganistan
Politisku leiðararnir góvu skarvin yvir og flýddu av landinum, sigur amerikanski forsetin
Joe Biden, forseti, sigur, at amerikanskir hermenn skulu ikki doyggja í einum kríggi, sum afganskar herdeildir ikki sjálvar vilja berjast fyri.
 
17.08.2021 - 09:12

Tað var ein røtt avgerð at taka altjóða herdeildirnar úr Afganistan.

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið.

Tað eru lokalu myndugleikarnir í Afganistan, ið hava svikið, segði amerikanski forsetin.

Góvu skarvin yvir

- Politisku leiðararnir í Afganistan góvu skarvin yvir og flýddu av landinum, og viðhvørt royndi afganski herurin als ikki at berjast. Um nakað, so hevur gongdin seinastu vikurnar styrkt okkum í trúnni um, at tað var ein røtt avgerð ikki at hava nakra amerikanska hernaðarliga uppílegging.

- Amerikanskir hermenn kunnu ikki og skulu ikki berjast í einum kríggi og doyggja í einum kríggi, sum afganskar herdeildir ikki sjálvar vilja berjast fyri, segði Joe Biden í sjónvarpsrøðuni í gjárkvøldið.

Gav endaligu boðini

Tað var Joe Biden, ið gav endaligu boðini um, at amerikanskar herdeildir skuldu taka seg úr Afganistan, eftir at hava verið í landinum í 20 ár.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at Joe Biden hevur tapt eitt kríggj, og eigur at leggja frá sær í stundini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151