Eingin ætlan at loyva trolveiðu á Føroyabanka

Eingin ætlan at loyva trolveiðu á Føroyabanka
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni
Gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, gjørdi nógvar royndir á Føroyabanka. Sjónvarpið var eisini við og gjørdi sending frá túrinum.
 
16.08.2021 - 15:39

Eingin ítøkilig ætlan er at geva trolarunum betri trolleiðir á djúparu leiðunum á eystara kanti av Føroyabanka.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Jacob Vestergaard sigur, at hann er altíð opin fyri at gera broytingar, ið kunnu betra veiðimøguleikarnar hjá fiskiflotanum sum heild.

Ein treyt fyri fyri at gera slíkar broytingar, er m.a., at broytingarnar verða skipaðar sum burðardyggur fiskiskapur, eins og tær verða viðgjørdar í eini heildarmeting, sum fevnir um allar vinnubólkar í fiskiskapinum, sigur landsstýrismaðurin.

Eystari kantur av Føroyabanka hevur verið friðaður part av árinum síðani mars 1993. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949