14 koronutilburðir í gjár

14 koronutilburðir í gjár
14 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Potararnir funnu 14 nýggjar koronutilburðir í gjár, har av vóru fýra frá ókendari smittukeldu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.07.2021 - 14:39

Í fýra førum er talan um ferðandi til Føroya.

Av hinum tíggju eru seks tilburðir partur av kendari smittukeldu, meðan fýra eru frá ókendum smittukeldum.

1846 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.

Tilsamans eru nú gjørdar 321.907 kanningar.

817 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 768 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 48 persónar smittaðir við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823