Landaðu 54.000 tons av svartkjafti uttanlands

Landaðu 54.000 tons av svartkjafti uttanlands
Nógv tær flestu landingarnar vóru í Danmark. Kunngerðin um undantak frá at landa svartkjaft í Føroyum er nú farin úr gildi
Gøtunes landaði mest uttanlands, 9.146 tons
 
16.06.2021 - 09:05

11 føroysk skip landaðu svartkjaft uttanlands í vár.

22 landingar vóru, og landað vóru 54.258 tons.

Nógv tær flestu landingarnar vóru í Danmark.

Ein var í Íslandi, har sum Tróndur í Gøtu landaði 2.530 tons. Og Næraberg landaði eina ferð í Niðurlondum, 2.966 tons.

Tvey skip landaðu fýra ferðir í Danmark, Arctic Voyager og Katrin Jóhanna. Og Gøtunes og Fagraberg landaðu tríggjar ferðir í Danmark.

Gøtunes landaði mest uttanlands, 9.146 tons.

Kunngerðin farin úr gildi

Kunngerðin um undantak frá at landa svartkjaft í Føroyum fór úr gildi í gjár.

Undanfarin ár er hetta loyvið givið, tí tíðin at bíða eftir at sleppa framat at landa í Føroyum hevur verið ov drúgv.

Føroysk skip landaðu 78.300 tons av svartkjafti uttanlands í fjør.

Í 2019 landaðu føroysk skip 46.700 tons av svartkjafti uttanlands og góð 39.000 tons í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428