Landsstýrisformaðurin: Grønland er okkara

Landsstýrisformaðurin: Grønland er okkara
Vit eru ikki til sølu og kunnu ikki bara takast, sigur Mute B. Egede, eftir at Trump, forseti, aftur hevur sagt, at Grønland so ella so kemur undir amerikanskt ræði
Mute B. Egede er formaður í grønlendska landsstýrinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.03.2025 - 14:32

Hvørki USA ella nakað annað land skal gera av, hvønn Grønland hoyrir til.

Soleiðis ljóðaðu boðini enn einaferð frá Mute B. Egede, landsstýrisformanni í Grønlandi. 

Í gjár helt amerikanski forsetin røðu fyri kongressini, og har endurtók hann, at Grønland so ella so kemur undir amerikanskt ræði.

- Grønland er okkara, svarar Mute B. Egede á sínum facebook-vanga, tað mugu amerikanarar og leiðara teirra skilja. 

 

Ikki til sølu

- Vit eru ikki til sølu, og vit kunnu ikki bara takast. Okkara framtíð verður avgjørd av okkum og í Grønlandi. 

Í røðunii í kongressini vendi amerikanski forsetin sær beinleiðis til grønlendska fólkið. 

- Vit stuðla tykkara rætti at avgera tykkara egnu framtíð. Um tit velja tað, eru tit vælkomin at gerast partur av USA, segði hann. Vit vilja ansa eftir tykkum, vit vilja gera tykkum rík, og saman vilja vit lyfta Grønland til nýggjar hæddir.

Múte B. Egede hevur allatíðina víst aftur, at onnur enn grønlendingar hava nakað at siga í málinum.

11. mars er val í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859