- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalorðaskifti um uttanríkismál í tinginum í dag
Í dag hevur løgtingið aðalorðaskifti um uttanríkismál. Jenis av Rana, landsstýrismaður, legði í síðstu viku fram frágreiðing um úrvald politisk mál.
Hann sigur, at alt, sum hendir í føroyskum øki og í grannalagi okkara í Norðuratlantshavi og Arktis, eigur landsstýrið ikki bara at verða kunnað um, men eisini vera partur í.
Hann segði eisini, at Føroyar hava biðið um atlimaskap í heimsheilsustovninum, WHO. Umsóknin verður viðgjørd á aðalfundinum í WHO í ár.
Seks mál til triðju viðgerð
Føroyskur atlimaskapur í WHO fer at gera tað lættari at fáa beinleiðis kunning um áleikandi mál og farsóttir, og at gera føroysku støðuna sjónligari í millumtjóða heilsusamtarvi.
Tíggju onnur mál eru á skránni hjá løgtinginum í dag, seks triðju viðgerðir og trý mál skulu hava aðru viðgerð. Tingið skal eisini viðgera ein skrivligan fyrispurning og svarið.
Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður, spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um royndir við skiljiristum og semi-pelagiskum trolum.