Nýtt á KVF Ljóð: Kvinnur í ítrótti

Nýtt á KVF Ljóð: Kvinnur í ítrótti
Í seks sendingum verður tosað við kvinnur um upplivingar og avbjóðingar í ítrótti
 
06.02.2025 - 10:10

Í nýggju poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti verður tosað við kvinnur um upplivingar og avbjóðingar í ítrótti. 

Kvinnurnar, sum luttaka í røðini, eru í ymiskum aldri og íðka ítrótt á ymiskum stigum. Tær tosa um avbjóðingar við at fáa skúlagongd, arbeiði og familjulív at passa saman við virkið ítróttarlív. 

- Kvinnurnar greiða frá, hvussu tær hava megnað ymiskar avbjóðingar, og hvørjar raðfestingar tær hava gjørt fyri at kunnu halda fram sum ítróttarkvinnur, sigur Eyðvør Klakstein, ið hevur gjørt røðina. Hon hevur bechelor-útbúgving í sálarfrøði av The Open University í Milton Keynes og master-útbúgving í ítróttar- og rørslusálarfrøði av Staffordshire University í Onglandi. 

 

Gevast fyrri

Kanning, sum Idrættens Analyseinstitut gjørdi fyri Fólkaheilsuráðið í 2022, vísti, at gentur gevast fyrr og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og færri kvinnur enn menn luttaka í liðbóltsspølum.

Kanning, sum var gjørdi í Hollandi í fjør, vísti, at tað er tvífalt so sannlíkt, at kvinnur gevast við ítrótti, tá ið tær verða mammur, sum at menn gevast við ítrótti, tá ið teir verða pápar. 

Í nógvum londum og ítróttargreinum hava kvinnur ikki havt somu møguleikar og treytir, sum menn hava havt í ítrótti, og tí hava kvinnur eisini havt aðrar avbjóðingar enn menn í ítrótti. 

 

Fráfall og fyrimyndir

Í master-ritgerðini á Staffordshire University granskaði Eyðvør Klakstein, hví ungar gentur góvust at spæla elitufótbólt í Føroyum. 

- Granskingin vísti, at tvær høvuðsorsøkir vóru til, at gentur góvust at spæla fótbólt á høgum stigi. Onnur var tað sosiala umhvørvið. Hin var vantandi trúgv upp á eina framtíð í ítrótti, og tað hevði við sær, at hesar gentur valdu útbúgving og arbeiði fram um ítróttin heldur enn at samantvinna tað, sigur Eyðvør Klakstein.

- Í master-ritgerðini granskaði eg orsøkirnar til fráfall. Í hesari poddvarpsrøðini havi eg hinvegin kannað orsøkirnar til, at kvinnur hava hildið fram við ítrótti, hóast tær hava havt avbjóðingar við at samantvinna ítrótt og tað privata lívið, sigur Eyðvør Klakstein.

 

Fyrimyndir

Gransking hevur víst, at munur er ímillum gentur og dreingir, tá ið tey velja sær fyrimyndir. 

Dreingir finna ofta fyrimyndir millum tær størstu stjørnurnar – Messi, Gidsel ella Ronaldo. Genturnar hugsa meira um, at tær skulu kunna spegla sær í fyrimyndunum, og tí vilja tær hava fyrimyndir, sum á onkran hátt hava somu søgu ella avbjóðingar, sum tær hava.

Í poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti verður tosað við kvinnur, sum hava megnað ymiskar avbjóðingar, sum fáa nógvar gentur og kvinnur at gevast við ítrótti. Tí kunnu tær virka sum fyrimyndir. 

 

Áhugaverdar persónssøgur

Í sendirøðini greiðir Olga Kristina Hansen frá, hvussu hon spældi fótbólt á landsliðsstigi, samstundis sum hon las til lækna. Hon legði nógv fyri í royndini at fáa tað at bera til. Eina ferð var hon til próvtøku í Danmark um morgunin og fleyg síðani heim til Føroya at spæla landsdyst um kvøldið. 

Tosað verður eisini við fimleikaran Astrið Nanly Breckmann og hondbóltsspælaran Onnu Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum íðka elituítrótt og taka miðnámsútbúgving. 

Hondbóltsspælarin Durita Christophersen Jojic og fótbóltsspælarin Maibritt Olsen hava báðar familjur við trimum børnum, men eru framvegis virknar í ítrótti. Tær greiða frá, hvørjar tankar tær hava gjørt sær um hetta, og hvussu tær fáa tað at bera til. 

Seinastu sjey árini hevur Ásla Johannesen verið yrkisfótbóltsspælari í útlandinum. Hon og unnustan hava hesa tíðina fingið trý børn, hava skift bústað fleiri ferðir og búgva nú har norðuri í Svøríki. Ásla sigur frá lívinum sum yrkisfótbóltsspælari uttanlands.

Kurvabóltsspælarin Anna Berg og tennisspælarin Rúna Seyer Eliassen góvust við ítrótti, tá ið tær vóru tannáringar, men byrjaðu aftur í nýggjum ítróttargreinum í vaksnum aldri. Tær greiða frá, hvussu tað hevur verið.

Hesar og aðrar samrøður kunnu hoyrast í poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti, sum nú er tøk á KVF Ljóð.

Tú finnur sendingarnar her.

 

 

Hondbóltsspælarin Durita Christophersen Jojic og fótbóltsspælarin Maibritt Olsen hava báðar familjur við trimum børnum, men eru framvegis virknar í ítrótti. Mynd: Eyðvør Klakstein

 

Bogaskjúttin Helena við Misá, flogbóltsspælarin Dagmar Djónadóttir og fótbóltsspælarin Fanni Kata Turi ganga á miðnámsskúla og íðka ítrótt. Mynd: Eyðvør Klakstein

 

Oddvør Josephsen lesur til lærara í Danmark og íðkar frælsan ítrótti á elitustigi. Olga Kristina Hansen las til lækna, samstundis sum hon spældi fótbólt á landsliðsstigi. Mynd: Eyðvør Klakstein

 

Fimleikarin Astrið Nanly Breckmann og hondbóltsspælarin Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe íðka elituítrótt og taka miðnámsútbúgving. Mynd: Eyðvør Klakstein

 

Ásla Johannesen hevur seinastu sjey árini spælt fótbólt uttanlands. Hesa tíðina hava hon og unnustan fingið trý børn. Privatmynd


Kurvabóltsspælarin Anna Berg og tennisspælarin Rúna Seyer Eliassen góvust við ítrótti, tá ið tær vóru tannáringar, men byrjaðu aftur í vaksnum aldri. Mynd: Eyðvør Klakstein

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155