Nú arbeiða 2.000 færri í fiskivinnuni

Nú arbeiða 2.000 færri í fiskivinnuni
Seinastu 35 árini er talið á størvum í fiskivinnuni minkað niður í helvt, men útflutningsvirðið er nógv vaksið
Í dag starvast 2.782 fólk í fiskivinnuni 1.441 eru fiskavøruídnaði og 1.341 í fiskiskapi
 
23.04.2021 - 13:06

2.000 fólk færri arbeiddu í fiskivinnuni í fjør enn í 1985. 

Tað vísa hagtøl, sum Granskingargrunnurin Sjókovin hevur savnað saman í eini ársfrágreiðing um fiskivinnuna. 

Seinastu 35 árini er talið á størvum í fiskivinnuni minkað niður í helvt.

Skipað í evnir

Í ársfrágreiðingini eru hagtøl, sum longu eru almenn, savnað saman og skipað í evnir, og í tølunum sæst millum annað, hvør hevur makrelloyvi, hvør fiskar makrelin, hvat oljunýtslan er í fiskivinnuni, størv í fiskivinnuni, fiskaprísir og mangt annað.

Og sambært frágreiðingini hevur talið á fólkum í fiskavøruídnaði og fiskiskapi verið støðugt minkandi seinastu 30-40 árini. Tað er minkað niður í helvt síðani miðskeiðis í 80'unum. 

Í dag starvast 2.782 fólk í fiskivinnuni 1.441 eru fiskavøruídnaði og 1.341 í fiskiskapi. 

Tað er meira enn 1.000 færri í fiskiskapi og meira enn 1.000 færri í fiskavøruídnaði.

 

 

Útflutningsvirðið veksur

Samstundis er útflutningsvirðið í fiskivinnuni vaksið støðugt.

Til dømis vaks útflutningsvirðið á makreli úr 25 milliónum kr. í 1993 til meira enn 1,7 milliardir í 2020.

Útflutningsvirðið á laksi er vaksið munandi. Frá 1993 til 2020 er útflutningsvirðið á laksi vaksið úr 500 milliónum upp í meira enn 3,3 milliardir kr.

Hinvegin er virðið á upsa, toski og hýsu ikki vaksið so nógv. Úr umleið 700 milliónum kr. í 1993 upp í umleið 1,2 millardir í 2020. 

Bæði kynini í fiskavøruídnaðinum

Flestu starvsfólkini í fiskavøruídnaðinum eru í Eysturoy, Suðuroy og Norðoyggjum. 

Tey flestu, sum eru í fiskiskapi, eru í Norðoyggjum og Eysturoy.

Tað eru serliga menn, sum eru til fiskiskap, men í fiskavøruídnaðinum eru bæði kynini umboðað, vísir frágreiðingin hjá Sjókovanum.

Sjókovin er granskingargrunnur, sum fyritøkan Syntesa, reiðaríini Christian í Grótinum, Framherji og Varðin, og alifyritøkan Hiddenfjord hava stovnað. 
 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835