Kostar 18 mió. kr. at umvæla Ternuna

Kostar 18 mió. kr. at umvæla Ternuna
Biðið verður um 10,5 millónir krónur aftrat, tí umvælingin er dýrkað nógv
Nýggjasta metingin er, at umvælingin av Ternuni verður liðug fyrst í mai, og at arbeiðið fer at kosta 18 mió. kr.
 
16.04.2021 - 09:31

Tað kostar 18 mió. kr. at umvæla Ternuna.

Í fjør vórðu brúktar 3,5 mió. kr.   Í fíggjarlógini fyri 2021 eru fýra milliónir.

Men nú verður biðið um 10,5 mió. kr. afturat, tí nú er umvælingin mett at kosta 18 mió. kr.

Ternan fór til eftirlit á Klaksvíkar sleipistøð í oktober í fjør. Hon skuldi vera liðug á jólum.

Tann ætlanin helt ikki, tí so hvørt sum skipið varð kannað, komu boð um ábøtur frá klassanum, og síðani hálvan januar hevur øll umvælingin verið sambært krøvum frá klassanum.

Liðug fyrst í mai

Einaferð var boðað frá, at skipið skuldi vera liðugt á páskum. 

Seinasta metingin segði, at skipið skuldi aftur í sigling um Nólsoyarfjørð millum hálvan og 20.apríl.

Men tað verður heldur ikki, og metingin nú er, at Ternan verður liðug fyrst í mai.

Ritan kostaði eisini meira enn ætlað at umvæla.

Í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í tingið í gjár, verður biðið um 1,3 mió. kr. til ta umvælingina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV