Bóndi meldaður fyri brot á djóravælferðarlógina

Bóndi meldaður fyri brot á djóravælferðarlógina
Løgreglan hevur verið í fjósinum hjá bóndanum og hjálpt við kanningararbeiðnum hjá landsdjóralæknanum
Bóndin, sum er meldaður, hevur havt fleiri mjólkneyt
Mynd: Savnsmynd  
 
14.04.2021 - 10:12

Ein bóndi í Suðurstreymi er meldaður fyri brot á djóravælferðarlógina. 

Málið varð meldað til løgregluna á sumri í fjør, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni. 

Bóndin hevur havt fleiri mjólkneyt. 

Birna Mørkøre hevur onga viðmerking, meðan málið verður kannað. 

Løgreglan váttar fyri útvarpinum, at hon hevur verið í fjósinum hjá bóndanum og hjálpt við kanningararbeiðnum hjá landsdjóralæknanum. 

Meira vil løgreglan ikki siga um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050