Tíðarætlanin fyri Ternuna aftur broytt

Tíðarætlanin fyri Ternuna aftur broytt
Strandfaraskipið hevur verið til klassingar síðani í heyst, men umvælingin dregur út
Ternan hevur verið til klassingar síðani í heyst. Tað nýggjasta er, at skipið verður liðugt um mánaðarskiftið
 
13.04.2021 - 12:59

Tíðarætlanin fyri strandfaraskipið, Ternuna, heldur heldur ikki hesaferð. Nú verður sagt, at Ternan verður liðug um mánaðarskiftið, og helst ikki fyrr enn eftir 1. mai.

Tað upplýsir Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðluni.

Ternan fór til eftirlit á Klaksvíkar Sleipistøð í oktober í fjør, og skuldi vera liðug til jólar.

Klassin krevur ábøtur

Tann ætlanin helt ikki, tí so hvørt sum skipið varð kannað, komu boð um ábøtur frá klassanum, og síðani hálvan januar hevur øll umvælingin snúð seg um krøv frá klassanum, sigur rakstrarleiðarin.

Einaferð var boðað frá, at skipið skuldi vera liðugt í dymbildagavikuni. Tað helt heldur ikki.

Seinasta metingin segði, at skipið skuldi aftur í sigling um Nólsoyarfjørð millum hálvan og 20. apríl.

Men tað verður heldur ikki, og metingin nú, er, at Ternan verður klár um mánaðarskiftið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV