Rúsevni: Avgerandi at lofta fólki tíðliga

Rúsevni: Avgerandi at lofta fólki tíðliga
Arbeiðsbólkurin, sum skal gera heildarætlan um rúsevnismisnýtslu, hevur hevur tosað við 28 partar, og gjørt fyribils niðurstøðu
Eftir ætlan verður heildarætlanin um at tálma rúsevnismisnýtslu løgd fram í summar
 
26.03.2021 - 08:59

Avgerandi er at lofta fólki tíðliga og hjálpa teimum fyri at fyribyrgja, at tey seinni fara at nýta rúsevni. 

Tað er fyribils niðurstøðan hjá teimum flestu, sum arbeiðsbólkurin, sum skal gera heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, hevur tosað við.

Bólkurin hevur higartil tosað við 28 partar.

Men nógvir eru eftir, til dømis narkopolitiið og foreldur hjá ungum, sum hava rúsevnistrupuleikar, og 11 aðrir.

Nógv, sum higartil eru hoyrd, siga tað hava eina keðiliga ávirkan á rúsevnisnýtsluna í Føroyum, at so nógvir føroyskir fangar verða noyddir at sita í Danmark.

Eftir ætlan verður heildarætlanin løgd fram í summar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114