Kommunan keypir pakkhúsið frá Faroe Ship

Kommunan keypir pakkhúsið frá Faroe Ship
Skipafelagið flytur í nýtt pakkhús, tá nýggja havnin er liðug
Pakkhús flytur í nýtt pakkhús, tá nýggja havnin er liðug
Mynd: Faroe Ship  
 
26.03.2021 - 09:35

Tórshavnar kommunu skal lata Faroe Ship slakar fimm milliónir krónur fyri pakkhúsið á Eystaru bryggju.

Tórshavnar havn bygdi pakkhúsið í 1990. Síðani hevur Faroe Ship leigað tað.

Faroe Ship hevur umbygt pakkhúsið fyri góðar níggju milliónir krónur.

Partarnir eru samdir um, at hóskandi endurgjald er helvtin av íløgunum, Faroe Ship hevur gjørt.

Flyta í nýtt pakkhús

Eftir eru so fýra milliónir og 889.500 krónur, sum kommunan keypir pakkhúsið fyri næsta ár.

Ætlanin er, at Faroe Ship byggir nýtt pakkhús og flytur, tá nýggja havnin er liðug. 

Í 2010 samtykti býráðið at selja Faroe Ship pakkhúsið.

Men Kommunala eftirlitið kravdi, at pakkhúsið skuldi lýsast alment til sølu. Sølan bleiv av ongum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949