Bátasølan hevur keypt Spógvan

Bátasølan hevur keypt Spógvan
Bara eitt tilboð kom, og tað var 265.000 kr.
Bátasølan hevur keypt Spógvan fyri 265.000 kr.
 
26.03.2021 - 12:04

Hóast áhugin fyri bátinum var stórur, so fekk Strandferðslan bara eitt tilboð uppá Spógvan.

Bátasølan í Havn bjóðaði 265.000 krónur fyri Spógvan. 

Strandferðslan setti 250.000 krónur sum minstaprís, tá Spógvin varð lýstur til sølu.

- Tí verður hann seldur, nú bjóðað er hægri enn minstaprísin, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Keyptur fyri 400.000 kr.

Fyri tveimum árum síðani, í mars 2019, keypti Strandferðslan Alpha Pilot úr Klaksvík fyri 400.000 krónur. Síðani vórðu brúktar 270.000 krónur til at rigga hann til Hestsiglingina, og báturin fekk tá navnið Spógvin.

Spógvin fór at sigla millum Gomlurætt og Hest 2. apríl í 2019, og hann sigldi til í mai í fjør. Síðani hevur hann ligið í Skopun.

Spógvin er góðkendur til 18 ferðafólk um summarið og 12 ferðafólk um veturin. Spógvin er bygdur í 1974.

Nógvir møguleikar

- Nógvir møguleikar eru við bátinum, bæði í ferðavinnuni og til leigutúrar annars, sigur Pauli Joensen, stjóri í Bátasøluni, sum nú hevur keypt bátin.

Virksemið hjá Bátasøluni er at keypa og selja bátar. Men fyritøkan ætlar sjálv at brúka Spógvan, sigur Pauli Joensen.

Hann hevur ikki tikið støðu til, um báturin framvegis skal eita Spógvin, ella hann fer at skifta navn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109