- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar hava ikki álit á politikarum

Helvtin av grønlendska fólkinum hevur ikki álit á landstinginum.
Tað vísir ein nýggj meiningakanning upp undir landstings- og kommunuvalið, sum verður eftir páskir.
Tað er felagskapurin, Transparency International Greenland, sum hevur gjørt kanningina. Hon vísir, at annaðhvørt fólk hevur ikki álit á tinginum, og eitt sindur færri, 46 prosent, siga seg heldur ikki hava álit á teimum, sum manna landsstýrið, skrivar KNR.
Kanningin vísir, at tey yngru hava størri álit á politikarunum enn tey eldru.
Heldur frægari stendur til, tá talan er um kommunalpolitikararnar. Har sigur triðihvør seg ikki hava álit á politikarum og embætisverki.
Fyrsta kanningin av slíkum slag varð gjørd í Grønlandi í 2016, og seinast í 2020 vórðu 700 grønlendingar úr øllum landinum spurd aftur.
Kenna seg sviknan
Álit kann hava ávirkan á hugburðin hjá fólki, og tí er møguligt, at tey eldru kenna seg svikin av politisku lyftunum, og tí hava mist álitið á politisku skipanini, stendur í frágreiðingini.
Transparency Internatinal Grønland heldur, at brúk er fyri meira kunning, tá avgerðir verða tiknar, samstundis sum fólk eiga at kenna seg meira hoyrd, áðrenn avgerðirnar verða tiknar.
Felagskapurin mælir til, at Grønland tekur undir við ST-sáttmálanum um korrupsjón.
Kanningin vísir eisini, at álitið á politikararnar er minkað seinastu árini, samstundis sum fólk halda, at valdsmisnýtslan er vaksin.
Valdsmisnýtslan veksur
60 prosent halda, at valdsmismisnýtslan hjá bæði politikarum og embætisverkinum er vaksin í Grønlandi seinastu árini.
88 prosent av teimum spurdu siga seg ætla at melda korrupsjón, um tey vera varug við tað. Men 40 prosent siga tað vera lættari sagt enn gjørt.
- Transparency International Greenland heldur tað vera ein stóran trupulleika, at fólk vilja melda korrupsjón, men ikki vita, hvussu tey kunnu gera tað, skrivar KNR.