Tórur danmarkarmeistari við nýggjum føroyskum meti

Tórur danmarkarmeistari við nýggjum føroyskum meti
Tórur Mortensen vann danska meistaraheitið og legði 36 sentimetrar afturat føroyska metinum í trístøkki í DM-kapping um vikuskiftið
Tórur Mortensen setti aftur met í DM-kapping um vikuskiftið
 
22.02.2021 - 09:12

Tórur Mortensen setti nýtt føroyskt met fyri aðru ferð í 14 dagar, tá hann vann danska meistaraheitið í trístøkki um vikuskiftið. 

Í DM-kapping í frælsum ítrótti legði hann heili 36 sentimetrar afturat sínum bert tvær vikur gamla meti, tá hann leyp 15.37m, skrivar hvirlan.fo.

Tórur Mortensen leyp næstan ein metur longri enn nummar tvey. Hetta er annað danska meistaraheitið hjá Tóri Mortensen

Nærkast norðurlendska toppinum

Tórur Mortensen nærkast nú bestu norðurlendsku íðkarunum í trístøkki.

Hann liggur á sjeynda plássi á norðurlendska avrikslistanum, eftir at øll Norðurlondini hava havt síni meistaraheiti.

Frammanfyri eru fýra sviar og tveir finnar.




 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946