Kári Johansen formaður í SEV

Kári Johansen formaður í SEV
Nýggja nevndin hevur skipað seg eftir eykaaðalfundin fyrrapartin
Kári Johansen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, er nýggjur nevndarformaður í SEV
 
19.02.2021 - 14:13

Kári Johansen er nýggur formaður í nevndini fyri SEV.

Eftir eykaaðalfundin hjá SEV fyrrapartin, skipaði nýggja nevndin seg.

Kári Johansen, sum umboðar Tórshavnar kommunu í nevndini, tekur við eftir John Zachariassen.

Næstformaður í nýggju SEV-nevndini er Haraldur S. Hammer, sum umboðar Norðstreymoy.

Hinir nevndarlimirnir eru Sonni L. Petersen fyri Eysturoynna, Odmar á Lakuni fyri Norðoyggjar, Poul D. Klementsen fyri Sandoy, Niclas Hentze fyri Suðuroy og Sune Jacobsen fyri Vágar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792