- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landstingsval í Grønlandi 6. apríl
Landstingsval í Grønlandi 6. apríl
Kim Kielsen, landsstýrismaður, stillar uppaftur, hóast hann ikki longur er formaður í Siumut

27 av teimum 31 landstingsfólkunum atkvøddu fyri, at val skal vera eftir páskir
17.02.2021 - 08:38
Landstingsval verður í Grønlandi 6.apríl, týsdagin eftir páskir. Tann dagin eru eisini tvey onnur val í Grønlandi, kommunuval og kirkjuráðsval.
Landstingsval var á vári 2018. So eftir røttum skuldi næsta val ikki vera fyrr enn næsta ár. Í gjár atkvøddu 27 av teimum 31 landstingslimunum fyri vali 6. apríl.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, boðaði frá í gjár, at hann stillar uppaftur, hóast flokkur hansara, Siumut, vrakaði hann á formansvalinum fyri jól í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV